Ein smittutilburður staðfestur hósdagin

Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 81.991 kanningar.

Millum tær 1.679 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, hósdagin 20. august, varð ein tilburður staðfestur. Talan er um ein tilburð, sum varð staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið.

Tilsamans hava 384 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. 300 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru staðfest frísk aftur.

Sostatt eru 84 persónar smittaðir í løtuni.

Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 21. august 2020 kl. 15:04

Heilsumálaráðið

*Dagføring kl. 15.23: Talið av innløgdum persónum er rættað til trý, umframt at eingin persónur liggur á intensivari deild í løtuni.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author