Ein sigandi viðmerking frá Jógvan við Keldu á Facebook

Nú hevur verið ávís øsing um, at ameriski ambassadørunin Carla Sands, hevur verið á vitjan í Klaksvík og sæð eitt av frægastu økjum í landinum til inntøku av frumvinnuni, sum hevur lagt grundina undir okkara høvuðsútflutning.
Skilji, at nøkur eru, sum illa kunnu liva við hesum, men haldi, at tað hevði onki gjørt, um hesi vandaðu sær eitt sindur um orðini og ikki “útmerkaðu” seg við ófantaligum álopum!
Haldi, at Føroyar hava tað gott í løtuni, vinnan – í hesum hóttafullu korona-døgunum – roynir at standa á fótum og ger seg út til eina bjarta framtíð við stórum vinnulligum útbyggingum á sjógvi og á landi, so vit øll kunnu hava tað gott, bæði tey sum váða og gera ivasamar íløgur og vit onnur, sum hyggja at og njóta!
Leingi livi einar sunnar Føroyar bæði vinnuliga, heilsuliga, mentanarliga og í samfeldari útbúgving!
Við hesum fáu orðum: “Gott vikuskifti allir mínir landsmenn og latið okkum øll gera okkara, fyri at landið kann gerast enn betri!”!
Góð viðmerking Jógvan við Keldu, her mynd av okkum báðum og sjálvandi skulu vit øll vera góð við USA og okkara vinnulív.
SáH
Mynd ovast er frá Klaksvíkar Kommunu.