Ein nýggjur fjølmiðil forsidan.fo

Í dag, mikudagin tann 2. novembur, varð Forsidan.fo lanserað.

Forsidan.fo er ein nýggjur miðil, sum vísir føroysk alnetstíðindi frá fleiri tíðindaveitarum á einum stað.

Hetta fyri at gera tað lættari fyri føroyska tíðindalesaran at fáa fatur á tíðindum.

– Hugskotið kom til mín ein dagin, tá eg skuldi lesa tíðindi. Eg visti ikki hvar eg skuldi byrja; og kanska enn verri, visti eg heldur ikki hvar eg skuldi enda. Tí hugsaði eg, at tað hevði verið smart, um eg kundi sæð fleiri tíðindaveitarar á einum stað. Síðani byrjaði arbeiðið við at
menna Forsidan.fo, sigur Tummas Jóhan í Djónastovu, sum ígjøgnum fyritøkuna ÍVF Poly
eigur Forsidan.fo.

Við at vísa mynd, yvirskrift og við at leinkja til viðkomandi tíðindagrein fær tíðindalesarin tað nýggjasta samlað á einum stað, Forsidan.fo.

Forsíðan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: