Ein motorur sprongdist og eitt ferðafólk doyði

Flogskiparin Tammie Jo Shults blivur róst til skýggja í USA, fyri hennara leiklut í at fáa flogfarið hjá Southwest Airlines niður í øllum góðum, tá ið ein motorur sprongdist og ein rútur fór ígjøgnum og eitt ferðafólk doyði.

Tað vóru heili 149 fólk við flúgvarnum, so ólúkkan kundi verið nógv størri, men Tammie handlaði skjótt og neyðlendi flogfarið, so bara eitt fólk doyði og sjey fingu skaða.

Eitt ferðafólk segði aftaná hendingina, hann var ein fyrrverandi flogskipari í US Navy, at hon hevðir nervar av stáli og hon hevði stórt rós uppiborið, ein sonn hetja.

Her kunnu tit lesa meira um hendingina, klikk her “Southwest passenger died after broken plane windoys nearly sucked her out”.

Her mynd av flogfarinum og sprongda motorinum.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: