Ein føroyingur afturat staðfestur frískur

Í morgun var næsti føroyingurin, ið varð staðfestur smittaður av nýggja coronavirusinum, staðfestur frískur aftur og loystur úr sóttarhaldinum.

Viðkomandi var júst afturkomin úr Norðuritalia, tá ið hon fekk sjúkutekin, ið mintu um beinkrím. Hon varð kannað og fekk staðfest COVID-19 tann 5. mars. Hon varð sett í sóttarhald á Hotel Vágum, og heilsustøðan hevur verið góð allatíðina.

10 fólk, sum hon hevði havt samband við, vóru eisini sett í sóttarhald. Eingin teirra hevur sjúkueyðkenni, og tey eru eisini loyst úr sóttarhaldinum.

Sostatt eru báðir føroyingarnir, ið fingu staðfest smittuna fyri góðum tveimum vikum síðan, staðfestir frískir aftur.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us:

2 thoughts on “Ein føroyingur afturat staðfestur frískur

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.