EIN ER TÍÐIN AT LIVA

ALLARBESTU TIT, sum hava lisið, lurtað ella á annan hátt fylgt teimum vónríku og forpíndu persónunum í krimirøð míni. Og øll tit, sum hava kent tykkum sum part av umhvørvinum og skakandi hendingunum í tí rættuliga meinlíka føroyska samfelagnum.

Takk fyri góðar og svárar løtur. Alt fær ein enda. Eisini tann ringasta plágan. Tað verða ikki fleiri svik ella brotsverk. Heldur ikki fleiri freistingar og ódámligar ætlanir.

Við sorgblídni sigi eg bindiklubbanum farvæl. Hann hevur verið í mínum huga í skjótt fýra ár. Ein er tíðin til hevnd og hatur. Onnur til kærleika og fyrigeving. Nú er stundin at binda frið.

Seinasta bókin í krimirøðini er avdúkað. Eg má bíða tolin og í spenningi. Vitandi at tíðin er rættvísasti dómari.

Takk øll somul fyri miklan íblástur. Fyri vøkur orð og áhugaverdar afturmeldingar. Alt sum gav skerdum skaldaveingjum hugflog og dirvi at skriva.

Takk til Mentanargrunn Landsins og takk til bókasøvn, skúlar, fyritøkur og stovnar kring landið, sum hava stuðlað, keypt og víst bókarøðini ans.

Takk Sprotin og Edition krimi. Og takk góði Martin Schürholz fyri týsku umsetingina. Og takk Jan Nystrøm fyri tínar frálíku kápumyndir.

Takk til tykkum, sum hava lisið, rættað og viðmerkt í handritunum, áðrenn bøkurnar fóru til prent og vórðu lagdar fram fyri almenningin.

Til seinast takk, góða Jóngerð. Fyri títt tolsemi og áhuga, hóast mína fráveru í gerandisdegnum og mítt forelskilsi í nøkrum fremmandum kvinnum og einum forførandi skaldaheimi, sum hevur bundið niður mínar hendur og føtur hesi seinastu árini.

Ein er tíðin at skriva. Ein er tíðin at liva.

Steintór Rasmussen

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.