Eigur tað ikki at vera 13 býráðslimur í Klaksvíkar Býráð?

Hetta skrivar Kommunulógin:
§ 3. Í reglugerðini verður talið á bygda(r)ráðslimum ásett. Teir skulu vera 7-9, um kommunan hevur færri enn 2500 íbúgvar, 9-13, um íbúgvaratalið er 2500-5000, og um íbúgvaratalið er 5000 ella meira, skulu bygda(r)ráðslimirnir vera 13-17. Talið á bygda(r)ráðslimum skal altíð vera stakt.

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu stendur:
Býráðið er mannað við 11 fólkavaldum býráðslimum, sum verða valdir á býráðsvali fjórða hvørt ár. Á fyrsta býráðsfundi eftir val, velur býráðið ein borgarstjóra, og harumframt verða føstu býráðsnevndirnar mannaðar. Í yvirlitinum kanst tú kunna teg nærri um sitandi býráðslimir, nevndir og býráðsvirksemið.

Veit ikki um lógin er broytt síðani 29.05.1985, kanska onkur broyting er gjørd í kommunulógini síðani, men er hon ikki broytt, so skulu 2 býráðslimur koma inn í Klaksvíkar Býráð beinanvegin, tí tað sigur Kommunulógin smb. lógini frá 1985.

Her greinarnar frá Norðoya Portalinum og In.fo, klikk linkini herundir:

Nr. 5000 gevur 13 býráðslimir:
http://www.nordportal.net/tiacuteethindi/nr-5000-gevur-13-byraslimir

Fyrstu ferð í 28 ár – 5000 fólk í Klaksvík:
https://www.in.fo/news-detail/fyrstu-fer-28-r-5000-f-lk-klaksv-k

​SáH