Eiðis kommuna hevur lágt skattaprosent og høgan barnafrádrátt.

Eiðis bygdaráð hevur einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2022.
Skattaprosentið í Eiðis kommunu hevur seinastu árini ligið millum tey lægstu í landinum. Tað verður tað framvegis. Prosentið verður verandi 18,75 % og barnafrádrátturin verður 7.500 kr.
Lága skattaprosentið og høgi barnafrádrátturin gevur barnafamiljum betri møguleika at seta føtur undir egið borð í Eiðis kommunu. Harafturat fær barnagarður, frítíðarskúli, skúli og ungdómshús høga raðfesting í 2022.
Fíggjarætlanin 2022 kann lesast her: Fíggjarætlan 2022 (eidi.fo)
Eiðis Kommuna
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: