Tíðindi Vinna

Egon Joensen verður stjóri í Búnaðargrunninum

Egon Joensen er settur sum stjóri í Búnaðargrunninum, eftir at Snorri á Bøgarði, sum fyri stuttum fekk starvið í boði, valdi ikki at taka við starvinum

Stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur sett Egon Joensen sum nýggjan stjóri í grunninum frá 1. mai 2020.

Egon Joensen er 48 ár og útbúgvin búskaparfrøðingur, cand.oecon. Hann kemur úr einum starvi sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum, har hann hevur starvast seinastu sjey árini.

Egon Joensen tekur við stjórastarvinum, eftir at Snorri á Bøgarði, ið fyri trimum vikum síðani fekk starvið í boði, valdi ikki at taka við starvinum.

Stýrið fyri Búnaðargrunnin søkti eftir stjóra til grunnin, tá undanfarni stjórin Regin I. Jakobsen tók við sum stjóri í Vága Floghavn. 21 umsóknir komu til stjórastarvið í Búnaðargrunninum.

Vinaliga

Símun Gullaksen, stýrisformaður

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.