Eg sakni virðing!

”Ikki er ráð at gjalda fólkum, sum vaska gamlar reyvar, eina ordiliga løn”. Sitat frá Høgnatátti í sendingini Nón
fríggjadagin 4.2.

HVAT sigur tú?
Hetta er tíverri ikki fyrstu ferð, eg hoyri slíkan málburð um eldrarøktina. Henda vanvirðisliga orðingin er eitt
málsligt rák og eitt hugburðsrák, sum hevur vundið upp á seg gjøgnum fleiri ár. Nær bleiv tað sosialt
akseptabult at merkja okkara gomlu sum ”gamlar reyvar” og tey, sum starvast við professionellari røkt og
umsorgan sum ”fólk sum vaska gamlar reyvar”? Fáa hesi fólk virðing og tign við slíkari orðing, ella taka vit
virðing og tign frá teimum?

Tey orðini, vit brúka, hava stóran týdning, tí tey skapa okkara holdningar.

Tað eru okkara gomlu, sum hava bygt samfelagið, vit øll njóta gott av í dag. Tað eru tey, sum starvast við
professionellari røkt og umsorgan til okkara gomlu, sum gera, at øll onnur kunnu fara til arbeiðis við góðari
samvitsku, tí onkur (annar) tekur sær av teirra gomlu foreldrum.

Um tín gamla mamma fær tørv fyri hjálp, ynskir tú so, at hon fær tað frá starvsfólkum, sum síggja hana sum
eina reyv, sum skal vaskast? Eingin virðing, eingin tign, eingin menniskjasligheit. Eingin umsorgan ella áhugi
fyri um hon hevur tað gott ella ikki, bert ein uppgáva, sum skal loysast.

Ella ynskir tú, at hon fær hjálp frá starvsfólkum, sum síggja hana sum eitt menniskja, hvørs evnir og førleikar
til at draga umsorgan fyri sær sjálvari er minkað? Sum stuðla henni í at viðlíkahalda teir førleikar, hon hevur,
og hjálpa henni við tí, hon ikki megnar sjálv. Sum kenna hana, tosa við hana, eygleiða hennara heilsustøðu og
syrgja fyri, at hon fær hjálp frá sjúkrarøktarfrøðingi ella lækna, tá tørvur er á tí osfr. Sum virða hana sum tann,
hon er, og vísa henni tign samstundis við, at tey geva henni professionella røkt og umsorgan.

Hvat hevði tú valt? Tú velur við teimum orðunum, tú brúkar. Starvsfólkini eru tey somu, men orðini ávirka.

Professionell røkt og umsorgan krevur nakað serligt. Kenslur hjá øðrum, kropsligt og mentalt forfall, sjúka,
miss av evnum og deyði eru partur av arbeiðinum, og tað skal handfarast við virðing. Tað er eitt krevjandi,
meiningsfult og gevandi arbeiði, sum samfelagið eisini nýtur gott av. Tað krevur sína kvinnu/mann at arbeiða
á hesum økinum. Tað er gott at vera ”fitt/fittur”, men tað er langt frá nokk. Tað krevur fakliga vitan, psykiska
styrki og skil fyri hvussu menniskju fungera og ávirkast.

Heilt banalt, so krevur tað eisini fakliga vitan at ”vaska ein reyv” á rættan hátt. Ja, tað finst ein rættur og ein
skeivur máti at gera tað uppá. Tann rætti fyribyrgir sjúku, tann skeivi ger teg sjúkan.

Okkara gomlu eru verd at fáa virðing og tign, og okkara starvsfólk, sum veita teimum professionella røkt og
umsorgan eru verd at fáa virðing og tign fyri tað arbeiði, tey gera. Lat okkum venda rákinum, vanda okkum
um orðini, vit nýta og vísa báðum bólkum virðing í talu og holdningi.

Mona Maria úr Fugloy

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: