Eg bjóði meg fram at umboða teg!

Tað hevur týdning, at yngra ættarliðið hevur ávirkan á politisku skipanina. Hóast ungan aldur, havi eg nakað av royndum í politikki. Havi m.a. verið varamaður á Løgtingið fyri Fólkaflokkin, og eri borgarstjóri í Eiðis kommunu.

Eri 29 ára gamal og ættaður úr Sandavági. Seinastu 5 árini havi eg búð á Eiði, har kona mín eisini er ættað. Saman eiga vit eina dóttur.

Míni hjartamál eru:
Familjan
Familjan skal fáa hægstu raðfesting. Álit skal gevast familjuni til at skipa síni viðurskifti. Skattalætti skal gevast til lág og miðal lønt. Barsilskipanin skal betrast.

Ítróttur og heilsa
Størri dentur skal leggjast á fyribyrgjandi arbeiðið. Við at raðfesta fyribyrging, slepst undan nógvum sjúkum. Ítróttur og annað frítíðarvirksemi er góð fyribyrging. Tí skal hetta stuðlast væl.

Veikastu borgararnir
Tá sjúka rakar er skjót hjálp, góð hjálp. Landið skal verða viðspælari, soleiðis at rætta hjálpin verður givin. Tað er alt ov ofta, at borgarar detta niður í millum ymisku skipanirnar.

Sálarlig heilsa
Sálarlig heilsa er ein vaksandi trupulleiki í okkara samfelagi. Økið skal uppraðfestast, soleiðis at borgarar fáa skjóta og góða hjálp. Dentur skal eisini leggjast á fyribyrging innan hetta økið.

Vinnulív
Fiskivinnan skal hava tryggar karmar. Umstøðurnar hjá vinnurekandi og íverksetum skal betrast, her verður bæði hugsað um samskifti við myndugleikar og ymisk gjøld. M.a. skal kringvarpsgjaldið til fyritøkur takast av.

Rógvi Egilstoft
Valevni hjá Fólkaflokkinum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: