Eftirlýsing av vitnum til grovan harðskap á Summarfestivalinum.

created by dji camera

Leygardagin 6. august 2022 kl. 0435 fekk løgreglan fráboðan um harðskap, sum varð framdur yvirav springvatninum við Klaksvíksveg/Vágstún, við suðurvest inngongd til festivaløkið.

Talan var um ein mann, ið varð álopin av einum manni, sum slóg frá sær við einari ”jarnstong”. Maðurin, ið var álopin, bleiv raktur fleiri ferðir.

Um nakar hevur sæðella hevur vitan um tilburðin verður heitt á viðkomandi at venda sær til politiið á tlf. 114.

Føroya Politi

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: