Eftirkomarnir av fimmara børnunum í Klaksvík illa viðfarin

Havi hugt eftir øllum sendingunum hjá Lars Løkke Rasmussen um “Klaksvíksstriden” og her eru endiliga fimmara børnini sloppin framat at siga sínar søgur og reint út sagt var tað ræðandi at hoyra og síggja, hvussu illa viðfarin tey sokallaði 95arnir eru farin við teimum og hvussu langt úti summi av 95arnum hava verið ímóti teimum 5 prosentinum. Also man hevur hug til at siga, hvat billa tit tykkum inn, hatta vóru also børn sum tit hava jagstra og nú sum gomul fólk og fortaldi okkum søgurnar, har tey grótu um sína langu í Klaksvík.

Havi næstan skomm av tykkum og man hevur fylgt eitt sindur við, har professara og onnur hava skriva bøkur um Klaksvíksstríðið og man hevur fingið tað uppfatan at tey 95 prosentini vóru hetjur og tey 5 prosentini vóru idiotar, reint út sagt, men nú kom ein heilt onnur søga fram.

Okkara familja á Akursmørk vóru eisini fimmara og mamma hevur fortalt onkrar søgur um hvussu tey eisini vóru illa viðfarin av vaksnum monnum, men hon vil ikki ordiliga fortelja nágreinliga um hendingarnar.

Eg havi eisini eina søgu um læknastríðið, sjálvt um eg eri føddur í 1967 og var slett ikki føddur tá ið Klaksvíksstríðið var, søgan er frá 1989.

Tá ringdi Robert Joensen til okkum, pápi tók telefonina og segði at ein maður sum eitur Robert Joensen skuldi tosað við meg. Eg kendi ikki mannin, men hann bjóðaði mær niðan á Heygavegin og bað meg taka bandupptakaran við, tí hann hevði eina søgu at fortelja mær, eg segði við pápa, at tað tímdi eg ikki, men pápi helt at eg skuldi fara niðan at tosað við mannin.

Robert Joensen bað meg vælkomnan og vit fóru inn í stovuna og har byrjaði so Robert Joensen at fortelja um Læknastríðið í Klaksvík, eg hevði slett ikki hoyrt um læknastríðið og hann fortaldi mær mangt og hvat og alt bleiv tikið uppá kasettuband. Veit ikki hvar kassettubandi er nú, men tá ið eg finni tað aftur, so skal eg nokk leggja upptøkurnar á netið.

Robert Joensen var eisini fimmari og hevði hann lovað abba mínum Símun Andreasen, sum var handilsmaður á Akursmørk, at um hann kom livandi út úr Klaksvík, so skuldi hann nokk løna honum tað aftur.

Tað var abbi mín, sum smuglaði Robert Joensen út úr Klaksvíkingini, hann hevði fingið upplýst, at fólk vóru úti eftir lívinum hjá honum og hann mátti flýggja sum skjótast.

Teir báðir løgdu eina ætlan, har Símun abbi krógvaði Robert undir nøkrum mjølsekkjum í bilinum hjá abba og so koyrdi teir báðir norður til Strond, men har vóru vaktpostar runt býin og tá ið teir komu til ein vaktpost, so spurdi teir abba, hvat var í bilinum og hann segði at hann skuldi koyra nakrar mjølsekkir norður á Strond og so sloppi teir víðari og komnir norður á Strond var bátur har, sum førdi Robert yvir um fjørðin og hann var bjargaður.

Hetta hevði Robert Joensen aldrin gloymt abba mínum og eftirsum eg var uppkallaður eftir Símun abba, so fekk eg allar bøkurnar hjá honum, sum hann hevði inni tað kvøldið og so signeraði hann allar, sjá herundir.

Nú eg havi sæð sendingarnar hjá Lars Løkke Rasmussen, so helt eg tað vera upp á pláss, at tit eisini hoyrdu hesa søguna, men eg taki hjartaliga synd í fimmara børnunum, tey høvdu so onga skyld í hvat hendi undir Læknastríðnum, so tað var sera gott, at vit eisini hoyrdu søgurnar frá teimum.

Nú vóru ongar hetjur í hesum stríðnum, men nógvir taparar og størstu taparnir vóru fimmarnir, har fleiri mátti rýma út úr Klaksvík og nú trúgvi eg væl uppá tað sum Robert Joensen fortaldi mær í stovuni á Heygavegnum í 1989, at hansara lív var í stórum vanda, tá ið man síðst í sendingini hoyrdi ein 95ara, sum nú býr í Danmark og sum var við til at spreingja bombur í Klaksvík undir Klaksvíksstríðnum, eitt nú á politistøðina og húsini hjá fimmarnum, húsini hjá Hákuni Djúrhuus blivu nevnd og tey lógu sera tætt við húsini hjá Robert Joensen, men tíbetur gekk ikki tann bomban av, so kanska Robert Joensen var tann næsti í køðini.

Men Robert Joensen var av gamla slagnum og tá ið hann hevði lovað nakað, so helt hann tað og eg fekk næstan allar bøkurnar hann hevur givið út tað kvøldið og nú má eg royna at finna hatta kasettubandi aftur, so tit kunnu hoyra søguna live frá Robert Joensen um Klaksvíksstríðið, Robert doyði 1997.

Símun á Høvdanum

Hetta skrivar Wikipedia um Robert Joensen:

Robert Joensen (født 28. august 1912 i Klaksvík, død 19. maj 1997) var en færøsk tjenestemand, forfatter og politiker (FF).

Efter folkeskolen fik han ansættelse hos p/f J.F. Kjølbro, som blev drevet af hans gudfar skibsreder Jógvan Frederik Kjølbro, og var skiftevis i firmaets virksomhed i Klaksvík og til søs. Som 18 årig drog Joensen til Danmark, hvor han tog præliminæreksamen i Rønde og studentereksamen fra Hjørring Gymnasium i 1935. Han ønskede at studere etnologi, men blev rådet til at vælge teologi i stedet, og studerede i en kort periode ved Aarhus Universitet før han begyndte ved Københavns Universitet. Da 2. Verdenskrig brød ud, drog Joensen hjem til Færøerne, og vendte aldrig tilbage for at afslutte studierne. I Klaksvík fik han job ved sygehuset, inden han i 1941 ble vtilbudt stillingen som kommunesekretær i Klaksvíkar kommuna, som han varetog frem til 1982. Joensen bevarede sin fascination af færøsk historie og folkeliv, skrev en række bøker og artikler i denne forbindelse, foruden en omfattende mængde lyrik.

Politisk karriere og tillidshverv

Han var valgt til Lagtinget 19431945, bestyrelsesmedlem ved Klaksvíkar Sjúkrahús 1951–1971 og medlem af ligningsnævnet og skolenævnet 1955–63. I 1943 var han med til at grundlægge havfiskerforeningen Klaksvíkar Útróðrarfelag, hvor han var sekretær i 31 år.

Bibliografi

  • 1942 – Klaksvíkar bygd í søgu.
  • 1946 – Útróður 1845–1945.
  • 1958 – Royvið.
  • 1959 – Bøleiðin.
  • 1960 – Greivabitin.
  • 1961 – Glaða og brenna vita.
  • 1962 – Grindaboð í Havn.
  • 1968 – Býta seyð og fletta.
  • 1972 – Vambarkonan.
  • 1974 – Høgtíðir og veitsluhald á vetri.
  • 1979 – Fåreavl på Færøerne.
  • 1979 – Minnismyndir og søgubrot 1.
  • 1981 – Forn føroysk boðsending.
  • 1983 – Ymiskt um seyð og av seyði.
  • 1986 – Knassar eru tit.
  • 1989 – Glaðingarstøð í Føroyum.
  • 1990 – Minnismyndir og søgubrot 2.

Hæder

Joensen blev tildelt Haakon VIIs Frihedskors i 1946, M.A. Jacobsens Heiðursløn for faglitteratur i 1968 og guldhæderstegnet fra Klaksvíkar Útróðrarfelag i 1983. Han blev også Ridder af Dannebrog i 1974, korresponderende medlem af Kungliga Gustav Adolfs Akademien för svensk folkkultur i 1983 og æresdoktor ved Fróðskaparsetur Føroya i 1990.

Please follow and like us: