Edva Jacobsen hugleiðir um almennu gjøldini við Aksel V. Johannesen sum løgmanni

Hugleiðing um nøkur fakta:

Nú tá annstøðan er á gosi um broytingar á fíggjarlógini fyri 2021 fór eg at hyggja eftir um undanfarna samgonga einki gjørdi við at broyta gjøld. Her eru nøkur dømi fyri 2016, sum eg eftirhugdi.

Fyrst hugdi eg eftir fíggjarmálum:

Tann 16/11-2015 kom Kristina Háfoss við trimum uppskotum í Løgtingi:

Nr 1) Hækka veggjald á bensin og dieselbilum 10%
Nr 2) Hækka tinglýsingargjald við 0,5%
Nr 3) Hækka gjald til Samhaldsfasta við 0,5% frá arbeiðstakara og 0,5% frá arbeiðsgevara

Síðan hugdi eg eftir heilsumálum:

Tann 10/12-2015 kom Sirið Stenberg við einum uppskoti í Løgtingi:

Hækka gjaldi til heilsutrygd
Fasta gjaldi hækkaði við 10 kr, frá 165 til 175 pr mðr.
% gjaldi hækkaði frá 0,55 til 0,6%
Harumframt bleiv tilskotsskipanin broytt so tað var truplari at fáa stuðil til ávís øki.

Síðan hugdi eg eftir almannamálum:

Tann 16/11-2015 kom Eyðgunn Samuelsen við einum uppskoti í Løgtingi:

Lækka grundupphæddina hjá øllum pensionistum við 580 kr pr mðr

Umframt hettar hevur eingin javning verið síðan 2014.

Hettar vóru alt spariátøk fyri at tálma útreiðslunum á fíggjarlógini fyri 2016 sum rakti fólk í øllum aldri.

Undrunarsamt hvussu skjótt man gloymir egnar gerðir.

Edva Jacobsen, tann 03.10.2020 Facebook

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author