EDMUND STILLAR IKKI UPP AFTUR TIL FÓLKATINGI – ANNA VIL FEGIN TAKA YVIR

Tá hann fór inn í politikk, var tað mest sum av tilvild. Hann varð valdur í Løgtingið fyri Sambandsflokkin á fyrsta sinni í 1988, og síðani hevur hann røkt allar politiskar sessir í Føroyum – sum løgtingsmaður, floksformaður, løgmaður og løgtingsformaður. Seinastu árini hevur hann harafturat verið fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.

Eftir meira enn 34 ár á politiska vígvøllinum, hevur Edmund Joensen avgjørt ikki at stilla upp aftur til Fólkatingið. Hann gevst sostatt í politikki, tá fólkatingsval verður útskrivað aftur, men fer at halda fram við fólkatingsarbeiðinum til úrslitið av valinum liggur klárt.
– Tað er ikki sørt, at tað er við eitt sindur av sorgblídni, at eg havi tikið avgerðina um ikki at stilla upp aftur. Politikkur hevur fylt øgiliga nógv í lívinum hjá mær, men nú haldi eg, at tíðin er komin til, at onnur sleppa framat. Eg havi so ríkiliga tænt mína politisku skyldu, og eg havi nokk at taka fatur í uttanfyri Christiansborg, sigur Edmund Joensen.

Í FÓTASPORUNUM HJÁ ABBA
Sambandsflokkurin hevur altíð verið trygd fyri eini semjusøkjandi, føroyskari rødd í Fólkatingi, og stendur tað til Edmund Joensen, verður hetta eisini at finna á Fólkatingi aftaná komandi val.
Tí samstundis, sum Edmund Joensen boðar frá, at hann ikki stillar upp aftur, boðar abbadóttir hansara, Anna Falkenberg, frá, at hon fer at stilla upp til komandi fólkatingsval fyri Sambandsflokkin.

– Tað gleðir meg nógv, at hon ynskir at fylgja í mínum fótasporum, og eg kann næstan ikki ímynda mær ein betri skikkaðan persón til starvið. Anna hevur fingið politikk inn við móðurmjólkini og hevur verið virkin í politikki, síðani hon var heilt ung. Eg ivist tí onga løtu í, at hon fer at røkja starvið sera væl, og at hon fer at halda fram við tí semjusøkjandi leistinum, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur lagt fyri dagin. Í seinasta enda er tað sjálvsagt upp til veljaran, hvør kemur á Fólkating, men eg kann bert mæla til at atkvøða fyri Annu, tá val verður, sigur Edmund Joensen.

Anna Falkenberg er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur síðani fólkatingsvalið í 2019 arbeitt á skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi.

– Tað er ikki øllum unt at sleppa at arbeiða saman við abba sínum eitt heilt valskeið, og eg kundi ikki ynskt mær ein betri lærumeistara. Nú hevur hann so boðað frá, at hann fer at takka fyri seg. Hetta havi eg størstu virðing fyri, hóast tað er við sorgblídni, at okkara tíð á Fólkatingi saman skjótt er av. Avgerðin um at stilla upp til Fólkatingi hevur ikki verið løtt, men nú er hon tikin, og eg gleði meg til valstríðið av álvara byrjar. Tað eru stórir skógvar at fylla út, bæði so og so, men í fall eg verði vald inn, ætli mær at halda fram við tí semjusøkjandi andanum, sum vit hava fingið so nógv týdningarmikil mál gjøgnumførd við, sigur Anna Falkenberg.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi

Lýsingarprísir
Lýsingarprísir, vit síggjast
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: