Dýrindal seinasta skip sum landar í Klaksvík í 2018

Klokkan 19:30 í kvøld kom Dýrindal aftur til Klaksvíkar.

Teir hava roynt eystan fyri Føroyar og fóru túr hóskvøldið tann 27. desember klokkan 20:00 og hava 133 kassar, harav 121 av havtasku og restin góður toskur.

Vit ynskja skipara og manning gott nýggjár.

Símun á Høvdanum

Her filmsklipp, tá ið Dýrindal, sum síðsta skip kemur inn at landa í Klaksvík tann 30.12.2018.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: