Dýrindal seinasta skip at landa á jólum

Trolbáturin Dyrindal kom inn eftir vágni beint áðrenn kl. 04:00 í nátt og eru teir tað seinasta skipi, sum landar áðrenn jól.
Dýrindal fór túr tann 18. desember og hevur roynt á skeivabanka.
Teir hava 181 kassar inni, har 150 kassar eru havstaska og restin stórur toskur.
News.fo og Norðoya Portalurin ynskja skipara og manning Gleðilig jól og gott nýttár.
Sjá nakrar myndir av Dýrindal í 2018 hygg herundir.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: