Dýrindal og Fiskaklettur rokfiskiskap norðan fyri Føroyar

Klokkan fimm í morgun kom Fiskaklettur aftur til Klaksvíkar. Nakað áðrenn var Dýrindal komin at kaj.

Teir hava rokfiska norðanfyri og hava fylt skipini uppá bert eitt døgn. Dýrindal royndu í 12 tímar og fingu 36.000 pund.

Fiskakelttur hevði 48.772 pund, næstan alt toskur og Dýrindal 36.000 pund, eisini teir høvdu næstan alt tosk.

Teir báðir bátarnir landa júst nú til NFCS.

Teir byrjaðu túr tann 02. apríl og veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya.

Veldiga flott klára.

SáH

Mynd tikin klokkan fimm í morgun

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: