Dýrindal og Fiskaklettur landa júst nú til NFCS

Dýrindal, sum hevur trola á landleiðini/eystanfyri kom aftur kl. 08:20 í morgun og landar nú til NFCS.
Fiskaklettur, sum kom aftur klokkan 4 í morgun ella eitt sindur fyrr, hevur eisini roynt á landleiðini/norðanfyri. Teir hava 52.904 pund, tað mesta var tunga, 21.238 pund, toskur 17.800, havtaska 7.448 pund, 3.332 pund reyðskprøka og restin annað fiskaslag.
Dýrindal hevði 29.312 pund, tað mesta var havtasta, 9.024 pund, reyðsprøka 8.640 pund og toskur 8.000 pund, restin var annað fiskslag.
Teir báðir trolbátarnir byrjaði túr tann 24. juni.
Her filmsklipp og myndir.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: