Dýrindal komin inn við 23.000 pundum

Dýrindal kom aftur tíðliga í morgun. Teir hava trola á landleiðini og norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 23.000 pund, tað mesta var reyðsprøka og tunga, 7.600 pund reypsprøka, 7.000 pund tunga og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Við Dýrindal vóru fýra mans.
Túrurin byrjaði tann 17. august.
Landa var til NFCS og byrjaðu teir at landa Dýrindal klokkan 07:00 í morgun.
Her myndir frá í morgun.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: