Dýrindal komin inn við 21.300 pundum

Dýrindal kom aftur tíðliga í morgun. Teir hava trola á landleiðini og norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 21.300 pund, tað mesta var tunga, reyðsprøka og toskur, 7.900 pund tunga, 5.900 pund reyðsprøka, 4.500 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir eru fýra mans við og skipari er Aksal Dahl Olsen.

Dýrindal byrjaði túr tann 10. august, so hetta gjørdist ein skjótur túrur.

Landa bleiv til NFCS og byrjaður teir at landa Dýrindal klokkan 07:00.

SáH

DÝRINDAL – ( KG 474 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 10-08-2020 14-08-2020 10.650

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author