Dynamit Perlur á Summar Festival

Niclas Heri og hansara menn fara at framføra Dynamit hitt á Vágsbø

Nú verður aftur møguleiki at uppliva sangir sum »Grøv nummar 13«, »Pápi tín býr ei í Tórshavn«, »Á, lat meg vera«, »Til allar kvinnur« og »Bangin« fyri fullum útblástri á Vágsbø.

Niclas Heri Jákupsson, sum hevur skrivað nógv av stóru hittunum hjá Dynamit, verður á odda fyri bólkinum, teir nú kalla Dynamit Perlur. Í bólkinum spæla eisini Henning Nicodemussen, John Johansen, Mikkjal Hvannastein og Magni Husgaard.

Dynamit hevur givið áhoyrarunum á Summar Festivalium nakrar av bestu løtunum á festivalinum gjøgnum árini, og nú fara Dynamit Perlur at rokka og rulla teir kendu Dynamit sangirnar á Vágsbø. Hetta verður við vissu ein av festligastu løtunum í føroyska summarinum.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.

Please follow and like us:

8 thoughts on “Dynamit Perlur á Summar Festival

  1. Pingback: tor search
  2. Pingback: Harold Jahn Utah
  3. Pingback: short green wig
  4. Pingback: cheap short wigs
  5. Pingback: cozyfine.com

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.