Dramatikkur á Vestanstevnu, báturin koppaði og allar kvinnurnar endaðu í havinum

Her verður kappróðrarbáturin sleipaður til lands

Stórur dramatikkur á Vestanstevnu, tað hendi okkurt við startinum hjá master kvinnum, tí tá ið teir strammaðu startin upp, lág ein bátur fyri og hann koppaði og allar kvinnurnar endaðu í havinum, men lukkutíð fingu hjálparfólkini allar kvinnurnar upp aftur í øllum góðum og í ein bát.

Tær eru nú í Luna og hava fingið eitt heitt brúsibað og heit klæðir.

Avgjørt er at róðurin hjá master kvinnum ikki verður rógving í dag.

Kvinnurnar hava eisini fingið í boðið kreppuhjálp

Kappróðurin verður tikin uppaftur klokkan 16:20.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: