Dopinroyndir tiknar á FM 2018

Í gjár blivu eisini dopingroyndir tiknar av útvaldum svimjarum á FM 2018.
Sindur løgið, at tað vóru heili tríggir svimjarar úr Ægir, sum skuldi til dopingroynd og bert ein svimjari frá øllum hinum feløgunum í Føroyum og tað var Óli Mortensen frá Havnar Svimjifelag, sum vanliga svimur í Keypmannahavn við felagnum Svømmeklubben Hovedstaden.
Signhild Joensen, Rebekka Trygvadóttir, Rókur Trygvason og Óli Mortensen blivur royndir tiknar av ígjár.
Gleðiligt at Dopinroyndir vera tiknar, kanska fleiri royndir vera tiknar ídag og í morgin á FM 2018, lat okkum vóna tað.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: