Dialysa í Suðuroy

Nýrafelagið heitir staðiliga á avvarandi mynduleikar um at gera nakað munagott fyri at betra umstøðurnar hjá hemodialysusjúklingum í Føroyum. Tað er ikki rímiligt, at hemodialysusjúklingar skulu ferðast langt til lívsneyðugu dialysuviðgerðina, sum tey hava brúk fyri fleiri ferðir um vikuna. Hemodialysuviðgerð má verða tøk á Suðuroyar sjúkrahúsi – og har tað annars er tørvur á tí – sum skjótast.

Nýrafelagið og onnur áhugaði hava í fleiri ár arbeitt við at fáa hemodialysuviðgerð út á smærru sjúkrahúsini, við tí úrsliti at tvær dialysumaskinur vórðu settar inn í tvey privat heim, har dialysusjúklingarnir sjálvir tóku sær av síni egnu viðgerð. Hetta er prógv um, at dialysa væl kann gevast uttanfyri Landssjúkrahúsið.

Vit vilja vísa til tvey brot úr nýggjasta tilmælinum um Sjúkrahúsverk Føroya, sum er frá 2016.
“Læknar við ymiskum førleikum eiga harumframt, í tann mun tað letur seg gera, at flyta millum tey trý sjúkrahúsini við tí endamáli at tryggja, at neyðuga tænastan verður boðin út á staðnum, so sjúklingar sleppa undan at ferðast, men fáa góða skikkaða viðgerð í nærumhvørvinum. Um læknar flyta millum tey trý sjúkrahúsini, kann hetta gera, at teir styrkjast sum ein samlað eind.

Við atliti at tí medisinska økinum vil ein loysn vera, at tað verða sett á stovn specialiserað ambulatoriuvirksemi í Suðuroy og Klaksvík, har medisinskir serlæknar frá Landssjúkrahúsinum ella møguligir konsulentar koma at taka sær av hesum virksemi.”
Brotið úr tilmælinum sigur púra greitt, at her skal sjúklingurin í miðdepilin og Nýrafelagið stuðlar fult út arbeiðinum at etablera hemodialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Nú eiga avvarandi mynduleikar at taka sær av hesum, og loysa hesa truplu støðuna beinanvegin. Støðan sum hon er nú, er als ikki haldfør. Hesir sjúklingar, sum talan er um, kunnu fáa eitt nógv betri og virðiligari lív, um bara vilji er til at etablera eina dialysu í Suðuroy.

Vegna Nýrafelagið

Jórun C. Høgnesen
Sigrið Mikkjalsdóttir
Henrik Thøgersen
Louis Juliusson

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: