Demokratarnir í USA kunnu eisini dumma seg

Nú gongur ikki ein dagur, har fjølmiðlarnir í Føroyum niðurgera Donald Trump og upplýsa okkum, at nú hevur Donald Trump aftur dumma seg á Twitter, men lítið og onki hoyrist um, hvussu Demokratanir uppføra seg í USA og at teir eisini kunna dumma seg og einki hoyrist til brotsmannin Putin í Ruslandi, tí hann er í teirra eygum tann góði, í meðan Trump er tann býtti og óndi.

Her ein lítil søga um Demokratin Ralph Northam í Virginia, sum biðjur umskylda til sínar veljarar, tí hann hevur upptraðka í einari Ku Klux Klan dragt ella sum ein svartur maður, (sjá mynd herundir) til ein samkomu í Virgina Medical School í 1984 og tað hóskar ikki øllum og vilja fleiri í hansara flokki, at hann tekur seg úr politikki, fyri hesa skemdargerð hann gjørdi í 1984.

So hesaferð var tað ikki Trump, men ein vinstrasinnaður í USA sum dummaði seg.

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.