Dalsenni hevði 2.800 pund í dag

Dalsenni, mynd tikin tann 30.08.2022 klokkan 09:08, júst lidnir at landa og tikið ís og á veg til Stengabrúnna.

Dalsenni kom aftur frá útróðri klokkan 08:43 í dag. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 2.846 pund á 40 stampum, tað mesta var toskur og hýsa 1.800 pund, 1.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Við vóru 3 mans og skipari var Jóhannes F J Nybo.

Landa bleiv til NFCS klokkan 09:00.

SáH

DALSENNI – ( KG 301 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 30-08-2022 30-08-2022 1.423

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: