Dalsenni kom aftur frá útróðrið klokkan 12:00. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar og høvdu ein stak góðan túr.

Veðrið var av tí besta og bleiv veiðan boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, teir høvdu 11.400 pund á 42 stampum, tað mesta var hýsa og toskar.

Landa bleiv til NFCS kl. 12:30, sjá myndina, har liggur eisini Kallanes, sum gjørdi klárt til at fara til fiskiskap.

SáH

Lýsing Blikksmiðjan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: