Dagfør Google Chrome NÚ!

Vandamikil veikleiki í Google Chrome kaganum

Í gjárkvøldið sendi Google út eina nýggja dagføring av Google Chrome internetkaganum. Í innlegginum til dagføringina skrivar Google, at dagføringin inniheldur rættingar til tríggjar trygdarveikleikar, harav tann eini av teimum í løtuni verður misbrúktur av KT-brotsmonnum til at fremja KT-álop.

Tann veikleikin, sum í løtuni verður misbrúktur, kann gera tað gjørligt hjá KT-brotsmonnunum heilt at yvirtaka telduna, sum verður álopin.

Dagfør beinanveg

Chrome internetkagin er settur upp til sjálvvirkandi at dagførast. Hetta kann tó taka nakrar dagar ella vikur, alt eftir, hvussu tú brúkar Chrome.

Fyri at tryggja tær, at tín Chrome internetkagi er dagførdur, verður tað viðmælt, at tú dagførur hann sjálv/ur og ikki bíðar eftir tí sjálvvirkandi dagføringini. Tað kanst tú gera á hendan hátt:

    1. Trýst á teir tríggir prikkarnar ovast í høgra hornið á Chrome internetkaganum
    2. Trýst á “Hjælp”
    3. Trýst á “Om Google Chrome”

Chrome byrjar eftir hetta at dagføra internetkagan. Fyri at dagføringin skal verða endalig, er neyðugt hjá tær at lata internetkagan aftur og síðan lata hann upp aftur.

Her sæst ein skýggjamynd, sum vísur, hvussu tú dagførur Chrome.

KT Kunning

Føroya Politi

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.