Fiskivinna Tíðindi

Ein lítil hugleiðing, nú nýtt skip aftur kom til Klaksvíkar

Skipið á fyrstu myndini kallaðist upprunaliga Urvaag, tá tað var í Noreg. Hetta var fyrsta skipið maðurin hjá mær var við yviri í Noreg. Eftir eina tíð bleiv hann og alt mannskapið sagt úr starvi, tí skipið bleiv selt – til Klaksvíkar! Hetta bleiv til Klakk, nú Jákup B. So tað var nokkso ironiskt, at hann misti kjansin yviri í Noreg, tí skipið bleiv selt til heimbýin.

Hann var tó ikki longri heima enn ein vanligan frítúr, tí hann fekk beinanvegin nýggjan kjans við norska skipinum Geir. Hesin eldri Geir var systirskip hjá nýggjara Geir II. Meðan maðurin sigldi við Geir, var hann onkran túr við Geir II sum avloysari, tá teir manglaðu ein mann. Nú er Geir II so eisini keyptur til Klaksvíkar og er blivin til Klakkur. Eitt framúr gott og arbeiðsligt skip, og eitt satt frambrot hjá Klaksvíkingum og føroyingum at hava fingið í flotan.

Næsta myndin er av eini flakaeskju hjá Geir II, sum hevur hingið uppi inni hjá okkum í nøkur ár. Myndina av skipinum brúkti eg fyri at vísa smáu gentunum hjá okkum hvar babba var, tá hann var burturi – tí tað er trupult hjá smáum børnum at skilja at “babba er til skips.” So, tað er nokkso stuttligt, at hetta skipið nú liggur við kaj og er heimahoyrandi her í Klaksvík. Og eg haldi tað er so sera stuttligt – og løgið – at tvey skip, sum maðurin hjá mær hevur verið við yvir í Noreg, eru endaði í heimbýnum Klaksvík.

Maðurin er nú við Leinebris, eitt skip bygt í 2015 og hevur sama prinsipp sum Klakkur, við at tað hevur brunn í botninum til at seta og draga línu, og við fabrikk umborð. So, tað verður áhugavert, um klaksvíkingar halda fram í miðinum hjá manninum hjá mær, og um Leinebris fer at vera næsta keypið 🙂 Um so verður, so vil eg hesaferð fegin seta fram ynski um at maðurin hjá mær kann sleppa at fylgja við keypinum, so eg fái hann til landið aftur 😉

Eg vil við hesum ynskja øllum við tilknýti til nýggja Klakk og Jákup B hjartaliga til lukku og blíðan byr.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Lýsing VARP

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *