COVID-19 KANNINGARNAR FLYTA OMAN Á FAKTORSVEGIN


Frá mánadegnum 23. november eru koronu kanningarnar fluttar á Faktorsvegin. Covid-19 kanningarstøðin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi flytir oman á kaiina. Kanningarnar verða nú gjørdar í sunnara enda á bygninginum, har Kryvjing var. Á myndunum niðanfyri sæst, hvussu koyrt verður til kanningarøkið og eisini, hvussu koyrt verður, tá komið er oman til kanningarøkið.

Mint verður á, at øll sum skulu kannast, mugu bíleggja sær tíð frammanundan, á https://corona.fo/kanningar. Tá tú hevur bílagt tær tíð, fært tú eina kvittan sendandi á telefonina. Umráðandi er at hava hesa kvittan við.
Møtið til ásettu tíðina, so bíðirøðin ikki blívur óneyðuga long
Bíðirøðin verður eftir Faktorsvegi, so bilar, ið ikki skulu í bíðirøðina til Covid-19 kanning, mugu finna aðra farleið teir tímar, kanningar verða gjørdar.

Potað verður soleiðis: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 9 til 11.

Um tit ivast, hvussu tit koma til kanningarøkið, so eru tit altíð vælkomin at ringja til móttøkuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi á tel. 45 45 45, tey vegleiða fegin.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author