Tíðindi

Corona smittan ovurhonds stór í Norðoyggjum, hvat hendur?

Í morgun komu nýggjastu tølini inn fyri smittaði fólk og har er Klaksvík køla svart.

Vit hava 39 smittaði og alt Suðurstreym hevur bert 78-82 fólk smittaði, so her má gerast okkurt í okkara økið.

Tann 24. mars vóru 29 smittaði í Klaksvík og tað talið gongur sera skjótt uppeftir og nú eru heili 39 smittaði nú vit skriva 29. mars. Haldi í hesum stóra talinum eru eisini tey sum eru staðfest frísk tald við, so her er heilt galið.

Halda fólk seg ikki inni, tá tey hava fingið staðfest smittuna Covid 19 og hví eru so nógv fólk smittaði í Norðoyggjum í mun til Suðuroynna, Norðsteymoy og Sandoy?, har talið er minni enn 3 smittaði í suðri og á Sandi og bert 5 smittaði í Norðsteymoy?

Her ruggar ikki alt rætt og her má gerast okkurt, tí so endar tað við, at vit hava helvtina av øllum smittaðum í Føroyum og tað er ikki gott nokk.

Hvat skal gerast er ilt at meta um, kanska man skuldi stongt undirsjóvartunnilin fyri allari ferðslu, so bert vinnan og sjúkrahúsverkið sloppið at koyra ígjøgnum og so stramma upp við, hvar tey sum hava staðfest Covid 19 smittuna eru? og almenningurin fekk at vita hvør er sjúkur?

Ein annar møguleiki er, at gera ein almennan Facebook bólk, har tey sum eru sjúk kunnu tasta seg inn og so kunnu vit fylgja við, nær tey vera frísk og vit kunnu hjálpa teimum, um tey trongja til hjálp. Á tann hátt kunnu vit basa smittuni, so vit øll í felag fáa stóra talið av smittaðum niður í Norðoyggjum á tað talið, sum er í suðri og sandi, nevnliga niðanfyri 3 smittaði.

SáH

 

 

 

 

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.