Corona: Seks føroyingar fingu staðfest smittuna í gjár

Úrslitið av teimum í alt 100 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vísir, at seks føroyingar afturat hava fingið staðfest coruna-virusið. Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun.

Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaðu føroyingarnir hava verið í sambandi við.

Tað merkir, at 9 føroyingar í alt eru smittaðar.

Heilsumálaráðið tann 13. mars 2020 klokkan 07.45

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author