Coronavirus má sambært ráðgevingini til Bretsku sjtórnina roknast við at gerast ein árliga afturvendani influensa

Tað eru fleiri meiningar um hvat vit eiga at gera. Men hetta er nýtt og tí veit eingin hvat rættast er. Mynduleikar royna út frá royndum í líknandi støðum at gera tað so væl sum til ber.

Vit síggja eisini at tað er ymiskt frá landi til land, hvat verður gjørt. Men felags fyri alt er, at roynt verður við avbyrgingum, soleiðis at talið av teimum, sum krevja hjálp á sjúkrahúsi ikki er størri enn tað sjúkrahúsini megna.

Nú, aftaná at fólk, væl hjálpt av miðlum  í 1 viku næstan desperat hava tosa um at vit skulu stongja alt av, er flogferðsla og sigling við fólki steðga. Soleiðis sum fólk hava verið uppi at koyra um at fáa hetta gjørt, er náttúrligt at halda, at hetta var tað og so bíða vit nakrar dagar og so er alt sum tað var fyrr.

Mín heilt greiða uppfatan av rópunum um at stongja fyri ferðing til og frá útlandinum er, at fólk eru bangin og billa sær inn at hetta er lætta loysnin sum forðar at smittan kemur til Føroya. Hesi róp høvdu onki at gera við at útseta ella seinka gondina. Fyri onkran var tað at tey vóru bangin um seg sjálvan og fyri onnur var tað at hugsa um tey nærmastu. Onki galið í tí. Tað er púra normalt, væl skiljandi og menniskjaligt.

Tað er tí onki at ivast í at sera nógv av okkum fara at gloyma alt um at ansa eftir komandi tíðina. Tá 1-2 vikur eru farnar rigga hesi tiltøk ikki meira, tí tað eru alt ov nógv sum billa sær inn, at nú er alt avgreitt. Vit eru bara menniskju og soleiðis plagar at ganga sigur serfrøðin.

Í dag, um 14 dagar, ja restina av árinum verður tað framvegis soleiðis at summi kunnu rokna við at doyggja verða tey smitta við Corona.

Vit vita um sponsku sjúku í Danmark, sum minnir um tó tó ikki var tað sama, sum Corona, at hon vitjaði 2 ferðir. Á sumri og á heysti. Av tí at versiónin á sumri var mild, so doyðu fá og nógv blivu immun, tá næsta byglgjan kom á heysti. Í danmark doyðu 0,2% av fólkinum. Aðrastaðni har tey onga virus høvdu á sumri doyðu upp í 10%

Tí er tað als ikki vist, at tað er skilagott, at ongin verður smittaður í Føroyum. Er ongin smittaður, verða vit øll møguligir smittuberðar, um tað vísur seg at vit fáa enn eina Corona bylgju í heyst ella næsta vetur.

Vit vita eisini at í Italia doyggja nógv í prosentum meðan í Korea doyggja fá, mált í prosentum av teimum sum fáa staðfest Corona. Men vit vita eisini at meðan tey í Italia mest hava kannað gomul fólk, so hevur Suðurkorea kanna gud og hvønn mann. Tí eru hagtøl ikki so løtt at samanbera.

Ovasti ráðgevin hjá Bretsku stjórnini sigur, at vit eiga at rokna við at Corona verður afturvendandi á hvørjum ári sum krímsjúka. Somuleiðis greiddi hann frá, at teir hava fyrireika seg síðan januar og tað teir tilráða er rættliga væl umhugsa.
Bretland er uml. 1 mána aftanfyri Italia. Somuleiðis eru ov fá fólk í Bretlandi rakt enn og tí bíða teir við at seta tiltøk í verk til talið av nýggjum tilburðum veksur skjótari. Orsøkin er at tað er avmarka, hvussu leingi fólk hava disiplin at fylgja strongum avmarkandi reglum og tiltøkum. Byrja vit ov tíðliga, so rigga tiltøkini ikki tá tey muna best.

Hann greiddi frá við einari kurvu, sum vísur at talið av smittaðum fyrst er lágt og veksur spakuliga fyri síðan at vaksa sera skjótt. Tað er beint tá vøksturin tekur dik á seg, at rætta løtan er at seta tiltøk í verk sum at stongja skúlar v.m. fyri at forða fyri at øll eru sjúk í senn og soleiðis tryggja, at sjúkrahúsini hava kapasitet til sjúklingar.

Men tað hevur tídning at byrja til rætta tíð. Tað ber til at lukka alt niður í 4 mánar. Men royndir við líknandi umfarssjúkum vísa, at tá verður tað bara at útseta umfarssjúkuna, tí tær koma aftur. Tí hevur tað eisini tídning at umleið 60% av fólkinum skulu hava havt corona smittuna fyri at forða fyri at hetta gerst umfarssjúka. (les hetta reglubrot 2 ferðir um tað er trupult at skilja)

Eisini vísur Sir Patrick Vallance á, at tað fyrr hevur víst seg at verða trupult at fáa fólk at ganga í takt í langa tið. Tað má eisini við í samlaðu metingina.

Vit hava nú valt at lukka av fyri at tryggja at vit hava kapasitet til tey sum blíva sjúk. Tað kann verða í fyrra lagið efir øðrum mátistokki. Men nú er tað gjørt, og eftir bestu sannføring, og so stuðla vit tí.

Vit vita rættuliga væl, hvørji fólk kunnu doyggja ella fáa stórar trupulleikar. Vit vita eisini at nógv starvsfólk eru um hesi fólk hvønn dag. Tí er neyðugt at vit sum skjótast seta greiðar mannagongdir fyri, hvussu vit gera. Tað er eisini neyðugt at vit onnur vita á leið hvat og hví, soleiðis at tey av okkum, sum hava samband við starvsfólk á stovnum, eisini ansa eftir at vit ikki smitta hesi starvsfólk.

Hetta er alt annað enn lætt. Vit høvdu seinast eg hugdi 10 smittaði. Av hesum vóru 2 sum passaðu onnur. Vit kunnu bara ímynda okkum hvussu kedd tey sjálvi eru um støðuna. Men vit onnur eiga at brúka hetta til at skilja, hvussu trupul uppgávan er. Á einum ellisheimi í USA eru uml. 50 starvsfólk og nógv búfólk testa positvi fyri Corona.

Tá Corona hæsar av eru vit mong sum fyrst gerast glað. Og so gerast fleiri av okkum líkaglað.

Vónandi gera mynduleikar góðar mannagongdir fyri ellisheim, sjúkrahús og tey við vandamiklum kroniskum sjúkum skjótast gjørligt. Um 2 vikur eru vit sum eru líkaglað kanska longu ein vaksandi bólkur.

Øll kenna øll og tí vita vit á leið hvør feilar hvat soleiðis at vit onnur eisini kunnu ansa eftir øðrum, hóast vit eru nakað óálítandi, Tað er rímuliga nógv at krevja, at tey veiku skulu gera alt sjálvi.

Tess betri vit øll skilja støðuna, tess færri verða vit sum gerast líkaglað.

Eivind Jacobsen,
Strendur
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author