Christian Andreasen er blivin nevndir so ofta, at eg tók feil av navninum tá ið eg bað Faðir Vár

Enn einaferð hevði Jóhan Eli Poulsen eina góða røðu á tingsins røðarapallinum og hesaferð var tað um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni, har hann var als ikki samdur við at andstøðuni um hetta uppskotið og fór hann at stemma ímóti og ynski uppskoti har pipari grør.
Hann helt at orðið Christian Andreasen er blivi so ofta nevnt av Tjóðveldinum, at hann tók feil av navninum, tá ið hann bað sítt Faðir Vár, at hann nevndi Christian Andreasen fyrst.
Høgni Hoydal upplýsti honum, at øll okkara grannalond hava hetta uppiskot og hvør spurdi Jóhan Eli, hvør hevði øst hetta málið upp, men til tað svaraði Jóhan Eli, at bara um lúsin er útlendskt, so er alt fínt. Bara okkara grannalondum hava gjørt onkrar býttar lógir, skulu vit so gera tað sama og hvør hevur øst málið upp, tað kundi hann væl siga Høgna Hoydal og tað er Kristina Háfoss, sum frá fyrsta degi av nevndi Christian Andeasen og tí er tað tit sum eiga Apuna.
Formaðurin tók orðið og visti ikki hvør var apa ella ikki og gav orðið víðari til næsta tingmann.
SáH