⭐️👏 CHRIS NORMAN Á SUMMAR FESTIVAL✌️⭐️
Nú kemur Chris Norman, sum var sangari í Smokie í stórtíðini hjá bólkinum, til Føroya at framføra fyri fyrstu ferð. Chris Norman og hansara bólkur spæla á Summar Festivalinum í august. 🌺👏⭐️

Chris Norman eigur eyðkendu røddina á mongu hittunum hjá Smokie í sjeyti árunum – eitt nú »Living Next Door to Alice«, »Mexican Girl«, »Needles and Pins« og »Lay Back In the Arms of Someone«. Tíðliga í áttati árunum fór Chris Norman at framføra sum solistur og hevur síðani útgivið meira enn 20 soloútgávur. 💙✨🎸

Chris Norman er kendur sum dugnaligur sangari, og hann er framvegis í sera góðum formi. Nú fáa føroyingar fyri fyrstu ferð høvi at uppliva hann á palli í Føroyum.🇫🇴👍

Keyp vikuskiftispass í seinasta lagi á midnátt týskvøldið 12. mars – og spar pengar!

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: