Ferðavinna Tíðindi

Føroya træseglskip: Eitt spennandi summar fyri framman

2. juni 2019 eru tað 100 ár síðani, at Merkið fyri fyrsta ferð alment varð borið fram. Hetta fór fram í Nordmandsdalen í Fredensborg Slotspark, og tað var Kjartan Mohr, ið gekk á odda fyri skrúðgonguni við Merkinum. Felagið Føroysk Træseglskip gjørdi á aðalfundi í november 2017 av at heiðra Merkið við at sigla til Les meira…

Ferðavinna Tíðindi

Nær verður ókeypist at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar?

Ferðslan í undirsjóvartunlunum í 2018. Tað koyrdu íalt 2.114.690 í undirsjóvartunlunum í 2018. Í 2018 var miðalferðslan í Vágatunlinum 2.457 akfør um døgnið. Samlaða ferðslan í Vágatunlinum var 896.864 í 2018 í mun til 839.750 akfør í 2017, ein øking á 6,8%, ella 57.114 akfør fleiri enn árið fyri. Í Norðoyatunlinum var miðalferðslan í 2018, Les meira…

Ferðavinna Tíðindi

Strandferðslan skrivar undir sáttmála um eykabátin um miðjan januar

Lógarverkið, ið heimilar Strandferðsluni at gera sáttmála við norska skipasmiðju um bygging av nýggja eykabátinum, varð samtykt í Løgtinginum í oktober mánaða. Síðani tá hava Strandferðslan, Sjóvinnustýrið, Klassin og aðrir ráðgevarar verið í tøttum samskifti um, hvussu ið báturin endaliga skal sniðgevast og teknast, so hann uppfyllir øll galdandi krøv. Av tí, at talan er Les meira…

Bráðtíðindi Ferðavinna Tíðindi

Smyril avlýsir í kvøld vegna veður

Hetta stendur á heimasíðuni hjá Strandfaraskip Landsins ídag: Fyri veður verður túrurin av Krambatanga í kvøld kl. 21:00 ikki sigldur. Sostatt verður fráferðin úr Havnini kl. 07:00 leygarmorgunin ikki sigld. Siglt verður av Krambatanga aftur kl. 09:30 leygarmorgunin. Møguliga verða aðrar broytingar í ferðaætlanini á leið 7 yvir vikuskiftið.

Ferðavinna Tíðindi

Ferðavinnuavtala undirskrivað

Í morgun skrivaðu Annika Olsen, borgarstjóri, og Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini, undir samstarvsavtalu við Visit Tórshavn. Umboð frá Visit Tórshavn vóru Barbara Samuelsen, stjóri, og Henny á Líknargøtu, nevndarforkvinna í felagnum. Í avtaluni stendur, at endamálið hjá Visit Tórshavn er at arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu, at marknaðarføra og branda Tórshavn, at menna og kunna Les meira…

Ferðavinna Politikkur Tíðindi

Frælsi at siga sína hugsan

Í røðu míni á landsfundinum hjá fólkaflokkinum farna vikuskifti nam eg við eitt nógv umrøtt og aktuelt evni í seinastuni. Hetta við frælsinum ella manglinum uppá sama hjá okkum føroyingum at fara útum bøgarðarnar. Hetta serliga eftir at ferðavinnan tók dik á seg. Landsfundurin hjá fólkaflokkinum er avgjørt rætta staðið at koma við slíkum hugsanum. Les meira…

Ferðavinna Politikkur Tíðindi

Aftursvar til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur!

“Fyritreytin fyri einum frælsum landi er eitt frælst fólk. Fólkaflokkurin vil halda fast um og verja persónliga frælsið og privata ognarrættin.” Hetta er ein partur av grundsjónarmiðinum hjá Fólkaflokkinum. Tá ið man nú velur at kasta nakrar reyðar bóltar upp í luftina og seta fram nakrar spurningar, hvørt tað er rætt, at bóndir, óðalsmenn og Les meira…

Ferðavinna Tíðindi

Skulu føroyingar bara ganga á betongi og asfalti?

Brot úr røðuni hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri fólkaflokkin, á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í Salt á Drelnesi leygardagin 17. november. Seinast vil eg koma inn á rættin hjá okkum føroyingum, altso føroyingum at ganga í haganum. So vítt eg minnist, hava føroyingar altíð kunna farið túr í hagan uttan trupulleikar, og kunnu tað flestastaðni enn, Les meira…