LØGTINGIд19 Politikkur Tíðindi Uncategorized

Tað kunnu vera 8 ella 9 landsstýrisfólk

Samráðingarnar komu ikki á mál í gjárskvøldið og sum skilst, so var tað býtið av Landsstýrisfólkum og málsøkjum sum flokkarnir vóru ósamdur um, men tað eru fleiri møguleikar at býta Landsstýrisfólkini upp uppá, men vanligt er, at tann sum fær løgmann, má siga tvey stór málsøkir frá sær og her havi eg samanlíkna býtið í 2011 og 2015.

Verður nýggja samgongan 8 Landsstýrisfólk, so kann býtið vera soleiðis, at tann sum fær Løgmann, fær tveir sessir afturat, nevnliga Mentamál og Vinnumál. Tann sum ikki fær Løgmann fær Fíggjarmál, Fiskimál, Almannamál og Løgtingsformannin. Triðju flokkurin fær Heilsumál og innlendismál.

Men verður samgongan 9 Landsstýrisfólk, so kann býtið vera 4-4-1 og tá fær tann sum hevur Løgmann, Vinnumál, Mentamál og Uttanríkismál. Tann sum ikki fær Løgmann fær Fíggjarmál, Fiskimál, Almannamál, Heilsumál og Løgtingsformannin. Tann triðju flokkurin fær Innlendismál.

Taka vit somu málsøkir, sum undanfarna Landsstýrið brúkti, so varð býtið hetta:
Aksel V. Johannesen løgmaður
Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum
Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum
Henrik Old, landsstýrismaður í innlendismálum
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum

8 landsstýrisfólk. Tann sum fær løgmann, fær Innlendismál, Almannamál og Mentamál.
Tann sum ikki fær løgmann, fær Fiskivinnumál, Fíggjarmál, Heilsumál og Løgtingsformannin.
Triðju flokkur fær vinnu- og uttanríkismál.

Tað skuldi ikki verið so torført at skipa nýggja samgongu, um man gongur eftir hesum býtinum.

Sjálvandi skal tað kosta eitt sindur at fáa løgmann og tí fær tann stóru flokkurin, sum ikki fær løgmann tvey tung mál og Løgtingsformannin.

Samráðingarnar komu ikki á mál í gjárskvøldið, men tær vera tiknar uppaftur í dag.

SáH

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.