Byrjaðu at landa Kvikk klokkan 06:00 í morgun

Kvikk er afturkomin í nátt av góðum túri og høvdu teir 125.000 pund, longu klokkan 6 í morgun byrjaðu teir at landa hann. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Nakað av veiðuni er boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, tað var 61.236 pund, tað mesta hýsa, 56.520 pund hýsa, 4.600 pund havtaska og 116 pund hvítingur.
Kvikk byrjaði túr tann 1. november.
Landa verður til Kósina.
SáH
KVIKK – ( KG 477 ) | KLAKSVÍKAR HAVN | 01-11-2019 | 12-11-2019 | 30.618 |

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: