Býráðsskráin fyri fundin í morgin, 29. september 2022, er nú tøk. Býráðsfundurin byrjar kl. 16.30 og til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni. Tilber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á www.stream.fo og á FM 98,7.

Býráðsskráin kann takast niður her: býráðsskráin 29. september. 2022.

Á skránni er millum annað rakstrarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2023. Mett verður at Klaksvíkar kommununa fer at hava 310 milliónir krónur í inntøkum næsta ár. Raksturin fer at kosta 249 mió.kr. Avlopið verður slakar 50 mió.kr.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: