Á býráðsfundi í gjár samtykti Klaksvíkar býráð at geva umsitingini heimild at læna á 40 mió. kr. Orsøkin til, at neyðugt er við øktari fígging, er at tryggja gjaldførið til liðugtgerð av íløgum í 2023.

Nógvar spennandi verkætlanir eru í gongd, har fleiri av týdningarmiklu verkætlanunum eru lidnar, eitt nú kunnu nevnast rennibreytin, kappróðrarneystið, vælveruøkið, bláa skýlið og barnagarðurin Baldursbrá.

Tó so, so mangla enn nakrar verkætlanir at koma á mál, t.d. ídnaðarøkið á Borðoyarvík, útstykking á Fossum (fyrsta byggistig), barnagarðurin Fjallafípan og mentanarhúsið Varpið, umframt at nakað av meirútreiðslum hava verið í samband við onnur arbeiði. Neyðugt er tí at økja um samlaðu lániskuldina hjá kommununi, fyri at tryggja at verkætlanir, sum eru í gongd, eisini røkka á mál.

Við hesum 40 mió. verður samlaða skuldin hjá Klaksvíkar kommunu 385 mió. kr. Í tíðarskeiðinum 2016-2021 vóru íløgurnar hjá Klaksvíkar kommunu tils. 572 mió. kr.

Fíggjarstøðan verður mett leypandi og ætlanin er ikki at økja lániskuldina meira.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: