Býráðið verður skipa mikukvøldið tann 18. november

Nývalda býráðið í Klaksvíkar kommunu fer at skipa seg á almennum fundi í morgin, mikudagin 18. november 2020, kl. 19.30.
Á skránni á hesum eykað býráðsfundi er m.a. val av borgarstjóra og nevndum fyri býráðssetuna 2021-24. Vegna koronu verður ikki møguligt fyri áhoyrarum inni í býráðshøllini, men fundurin verður stroymdur, so øll hava møguleika at fylgja við á netinum.
Skráin fyri býráðsfundin sæst her: Býráðsfundur 18. november 2020
Kelda: Klaksvík
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: