Ferðavinna Tíðindi

Býráðið samtykt vinarbýarsamstarvið við Skt. Pætursburg

Á býráðsfundi í kvøld samtykti Klaksvíkar býráð vinarbýarsamstarvið við Skt. Pætursburg. Í hesum sambandi var borgarstjórin fyrr í mánaðinum á fundi við russiska sendimanninum í Danmark.

Sendimaður Ruslands upplýsti, at teir sóu stórar møguleikar í einum góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu og gleddu seg til at formalisera vinarbýaravtaluna. Eisini nevndi hann góða sambandi teir hava havt gjøgnum russiska konsulin í Føroyum, Árna Dam, ið hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at knýta bond landanna millum.
Endamálið við vinarbýaravtaluni er, at býirnir knýta tættari vinarbond, so bæði vinnu-, ítróttar-, og mentanarlív kunnu njóta gott av hvørjum øðrum.

– Hetta er serliga hugsað sum eitt samband til ein av størstu marknaðunum hjá fleiri av teimum vinnlívsfyritøkunum, sum vit hava í kommununi. Hetta kann lata upp fyri nýggjum møguleikum og kann eisini gera tað lættari at samskifta við myndugleikar, tá ið møguleikar stinga seg upp, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Vit umrøddu eisini at skipa fyri einari vinnulívsferð til Skt. Pætursburg, har møguleiki eisini kann vera fyri at knýta nýggj bond millum vinnufyritøkur.

– Eisini er Skt. Pætursburg kendur fyri at vera ein mentanarbýur, og tí er upplagt at vit eisini troyta møguleikarnar við at samstarva um ymiskt, sum kann gagna mentanarlívinum í býnum báðum, sigur borgarstjórin.

Eftir ætlan verður vinarbýaravtalan endaliga avgreidd av býráðnum seinast í november, og undirskrivað so skjótt til ber.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.