Ítrottur Tíðindi

Býráðið bjóðar til morgunmat í KÍ høllini leygarmorgunin

Spenningurin økist til stóra finaludagin í Gundadali, og nógv fólk síggja fram til dystin, har meistaraheitið verður endaliga avgjørt.

Leygarmorgunin kl. 10:00 bjóðar býráðið inn til morgunmat í KÍ-høllini, har møguleiki verður fyri at koma í KÍ-stemning við eitt nú tónleiki, andlitsmáling, kaffi, sunkist, wienarbreyði og tippikapping.

– Hugskotið við degnum er, at vit fáa samlað so nógvar KÍ-fjepparar og helst allan býin, nú seinasti dystur í árinum verður spældur í Gundadali. KÍ hevur so ótrúliga nógv at siga fyri okkara bý og allar Norðoyggjar, og tí er einki meir nátúrligt enn, at vit standa saman um eitt tiltak sum hett og fáa øll við til at heppa á okkara spælarar. Sum áskoðarar mugu vit geva teimum allan tann stuðul, vit megna, so vit veruliga seta dám á Gundadal hendan avgerandi finaludystin hjá KÍ, sigur ein spentur borgarstjóri.

– Tá ið borgarstjórin ringdi og segði, hvat hann hevði hugsað, so søgdu vit ja beinanvegin, tí hetta er vigtigasti dystur í árinum – kanska í 20 ár, sigur Eyðun Thorgeirsson, nevndarlimur í Bláu Bylgjuni, sum eisini heitir á øll KÍ viðhaldsfólk um at møta fjølment.

– Tað er gleðiligt, at eitt slíkt tiltak verður stáplað upp á beinini. Vit eru øll spent, og sum formaður í KÍ fegnist eg um, at áskoðarar altíð bakka so væl upp um KÍ og vilja KÍ so væl. Tað hevur týdning fyri felagið, og sjálvur haldi eg, at tað hevur eisini sera stóran týdning fyri alla kommununa, sigur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig.

Tiltakið er lagt til rættis av Klaksvíkar kommunu saman við Bláu Bylgjuni og KÍ, og vóna fyrireikararnir at síggja nógv fólk til hesa hugnaløtu.

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.