Býlingur á Fossum verður nú veruleiki

Nýggja útstykking á Fossum er nú farið ígongd. Sostatt er klárt at fara undir arbeiðið, at klárgera 91 nýggj grundøkir. Tað var Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum settið ‘spakan í’, og harvið er dagurin í dag er eitt stórt stig í bústaðarbyggingini í Klaksvik.
Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum er 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús. Í fyrsta byggistiginum verða 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús.
Øll grundøkini verða útgvivin og gjørd byggiklár, og fer hetta at lætta um arbeiðið hjá teimum, ið keypa grundstykki.
Klaksvíkar kommuna gjørdi í septembur 2018 avtalu við SNA arkitekar um projekteringina. Øll verkætlanin fer væntandi at taka trý ár, eftir at sáttmáli er undirskrivaður við arbeiðstakara.
Røðan hjá Kristian Eli Zakariassen, formanni í Umhvørvis og býarskipanarnevndini, kann lesast her:
Vælkomin til nýggja býlingin á Fossum
Loksins standa vit her og kunnu seta spakan í. Tilgongdin hevur verið long. Havi sjálvur sagt, at fyrsta byggistig skuldi vera liðugt ultimo 2017. Tað er sjálvsagt harmiligt, at tað hevur tikið longri tíð, men hetta hevur verið alneyðugt. Av og á skal ein miða móti stjørnunum, fyri at náa mánanum.
Tá ið vit kunngjørdu ætlanina, at byggja á Fossum, var grundstykkjalistan akkurát nullstillaður, og komu tá áleið 15-20 fólk á listan. Fáar vikur aftaná at okkara ætlan á Fossum varð kunngjørd, vóru á áleið 50 fólk á grundstykkjalistanum. Í dag eru yvir 100 fólk á listanum. 21 av hesum borgarum fingu í síðstu viku boð um, at tey kunnu fáa eitt grundstykki á Fossum. Hetta verður lutað við lutakasti.
Eg ivist onga løtu í, at komandi íbúgvar í býlinginum á Fossum, koma at stórtrívast her.
Her er ein tann besti sólargangurin í Klaksvík á sumri. Tíðliga á morgni kemur sólin seigliga upp um Oyrafjall og haðani, spakuliga ferðast móti zenit yvir Hafjalli. Út á seinnapartin verða Hálgafelli og Klakkur lagt afturum seg, so at sólarmamman kann senda sínar síðstu glæmur yvir nýggja býlingin á Fossum, meðan hon fer í kav handan Nestindarnar. Tað verður ein sonn frægd at njóta hendan stórbara sólargangin.
Verkætlanin á Fossum fevnir um 3 byggistig, ið samanlagt geva 91 grundstykkir, býtt á 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús. Fyrsta byggistig, ið skjøtil verður settur á í dag, er 21 grundstykkir til sethús og 13 raðhús. Samanlagt kemur fyrsta byggistig at kosta áleið 31. Mil. Kr.
Við fyrsta ørindi í sálminum “Nú dagur steig”, ið langabbi mín, Símun Michael Zachariasen, yrkti á Kirkju, fari eg at ynskja okkum øllum blíðan byr við tí nýggja býlinginum.
Nú dagur steig
úr eysturleið,
hann lívið upp man yngja.
Burt myrkur flý!
Dagsglæman ný
bjart gyllir ský,
og túsund tungur syngja.
Við vón um at dagsglæman fer at lýsa bjart yvir okkara nýggja býlingi.
Takk fyri.
Kelda: klaksvík.fo
SáH