created by dji camera

Hósdagin 29. desember skipar ungdómsdeildin hjá KÍ fyri stórari innandura fótbóltskapping, Bylgju Cup, í KÍ-høllini. Siðvenja hevur verið í nógv ár, at hava innandurakapping í Klaksvík millum jóla og nýggjár.

Kappingarnar í Bylgju Cup 2022 koma at hava somu aldursbólkar og nøvn sum FSF hevur til komandi kappingarár. Afturat hesum verður kapping hjá vaksnum, sum vit kenna hana frá undanfarnu árum.

Kappingin umfatar:
U7 gentur 5-6 ár (f. 2016-17)
U9 gentur 7-8 ár (f. 2014-15)
U11 gentur 9-10 ár (f. 2012-13)
U13 gentur 11-12 ár (f. 2010-11)
U16 gentur 13-15 ár (f. 2007-09)
U7 dreingir 5-6 ár (f. 2016-17)
U9 dreingir 7-8 ár (f. 2014-15)
U11 dreingir 9-10 ár (f. 2012-13)
U13 dreingir 11-12 ár (f. 2010-11)
U15 dreingir 13-14 ár (f. 2008-09)
U21 dreingir 15-20 ár (f. 2002-07)

Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Betrideildini/1.deild 2022 ella samsvarandi støði uttanlands á vøllinum samstundis)
Hvørt liðið telur fimm leikarar og hægst ein skiftisleikara, tó spæla U21 og Vaksin við fýra leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.
Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir.

Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

Tilmelding á tlf. ella SMS til tlf. 217014 ella teldupost eydstein@ki.fo (Eyðstein) ella á tlf. 215757 ella teldupost allan@ks.fo (Allan). Tilmeldingin verður váttað, tá hon er komin, so tilmeldingarpersónurin fær váttan fyri, at liðið er tilmeldað.

Vit hava tørv á:
Aldursbólkur:
Navn á liði:
Kontaktpersónur:
Telefonnummar:
Teldupostur:

Síðsta freist at melda til allar kappingarnar er 3. jólakvøld 27. desember kl. 19.00. Liðini fáa væntandi boð seinnapartin mikudagin 28. desember.
Kostnaðurin er 500 kr. fyri liðið.

Bylgju cup

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: