Byggingin á Kvíggjartúni á Argjum gongur sum ætlað

Landsstýriskvinnan var fyrrapartin á vitjan úti á Kvíggjartúni á Argjum, har bú- og umlættingarheimið til børn og ung við autismu, verður bygt.

“Gleðiligt at síggja, at gongd nú er komin á sjálva byggingina”, sigur landsstýriskvinnan.
Á vitjanini nýtti hon høvið at tosa við KONTRAST, sum hevur byggileiðsluna. KONTRAST er høvuðsráðgevi og hevur eisini teknað bygningin.

Jørðarbeiðið o.a., sum Sp/f KONSAX hevur staðið fyri, er um at verða liðugt og Búsetur Sp/f er farið í gongd við byggiarbeiðið.

Á heiminum verða 6 búpláss, 6 umlættingarpláss og eitt dagtilboð 16 børn og ung við autismu.

Miðað verður eftir, at heimið stendur liðugt bygt við árslok 2022.

Almannamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: