Búgvin komin inn við 32.000 pundum

Búgvin er komin aftur av fiskileið. Teir hava trola á landleiðini og eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 32.290, tað mesta var havtaska og toskur, 10.000 pund havtaska, 9.200 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 26. mai.

Landa verður í Leirvík og byrjaði teir at landa Búgvan klokkan 09:00 í morgun.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 ) LEIRVÍKAR HAVN 26-05-2022 02-06-2022 16.145

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: