Búgvin komin inn við 16.000 pundum

Búgvin kom aftur klokkan 17:17 í gjár. Teir høvdu trola á landleiðini og norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 16.100 pund, tað mesta var longa og havtaska, 4.400 pund longa, 3.740 pund havtaska og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 07. mai

Landa verður til NFCS og byrjaði teir at landa klokkan 7:00 í morgun.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 07-05-2022 12-05-2022 8.050

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: