Búgvin komin aftur við 41.000 pundum í morgun

Klokkan 04:40 í morgun kom Búgvin aftur av góðum túri. Teir hava trola á landleiðini og eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 40.560 pund, tað mesta var havtaska og toskur, 16.300 pund havtaska, 8.800 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaðu túr 10. juli.

Landa blívur til NFCS í morgun klokkan 6.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 10-07-2020 17-07-2020 20.280
Maverick Barr
Maverick Barr
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author